Persónsdátuverja
Dátuverndarkunning hjá Motus Sport
Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Motus Sport at tryggja, at viðgerðin av persónupplýsingum er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, og at tann skrásetti er kunnaður um, hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í dátuverndarlógini.
Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí góðkent hesa kunning, sum greiðir frá, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.
1. Vit eru dátuábyrgdari
Motus Sport er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum:
Motus Sport
Klaksvíksvegur 68
700 Klaksvík
V-tal 543683
+298 765050
motussport@gmail.com
Á heimasíðuni motussport.com sæst hvat verður bjóða út av klæðum, útgerð og øðrum.
2. Nær viðger Motus Sport persónupplýsingar um teg
Motus Sport viðger persónupplýsingar um teg í samband við keyp og sølu av vørum o.a.
Tað kann verða at Motus Sport hevur gjørt eina avtalu við teg, og tí er neyðugt hjá okkum at fáa persónupplýsingar um teg.
Motus Sport hevur bæði eina Facebook síðu og eina Instagram síðu. Her viðger Motus Sport persónupplýsingar um teg, um tú dámar, viðmerkir ella deilir eitt av uppsløgunum hjá Motus Sport. Afturat hesum viðgera Facebook og Instagram eisini upplýsingar um teg, um tú sendir okkum beinleiðis boð ígjøgnum hesar miðlarnar.
Í summum førum kanst tú hava sent Motus Sport ein fyrispurning, eina bílegging, eina klagu, eina starvsumsókn ella annað. Í slíkum førum er tað neyðugt hjá Motus Sport at viðgera tær upplýsingar tú sendir inn, fyri at kunna svara, avgreiða ella umsita samskiftið. Hetta inniber viðgerð av tínum persónupplýsingum.
3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum
Motus Sport vil veita kundum okkara eina góða tænastu. Fyri at kunna gera hetta, er tað neyðugt hjá Motus Sport at viðgera tínar persónupplýsingar.
Vit viðgera persónupplýsingar til ymisk endamál, eitt nú fyri at móttaka og viðgerða bíleggingar frá tær, senda vørur til tín, svara fyrispurningum, senda rokningar og annað, sum hevur við kundatænastu at gera.
3.1 Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð
Sum nevnt omanfyri, kunnu tað vera ymisk sløg av persónupplýsingum, sum Motus Sport viðger, og heimildargrundarlagið fyri viðgerðini kann eisini vera ymiskt.
· Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónupplýsingum hjá Motus Sport er í § 8, stk. 1, nr. 1-3 og 6 í dátuverndarlógini.
o Í flestu førum viðger Motus Sport persónupplýsingar við heimild í §8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini, sum byggir á eina avtalu, t.d. tá tú keypir vørur frá okkum.
· Heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum persónupplýsingum er í § 12, stk. 1, nr. 1-3, og nr. 6-7, umframt §11, stk. 2 í dátuverndarlógini.
· Um vit innsavna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.
4. Sløg av persónupplýsingum
Tá tú keypir eina vøru, nýtir Motus Sport vanligar persónupplýsingar til at avgreiða keypið.
Tær vanligu persónupplýsingarnar, ið verða viðgjørdar, eru:
· For- og eftirnavn
· Bústað
· Teldupost
· Telefon
· Gjaldsupplýsingar
Um tú ert virkin á Facebook/Instagram síðuni hjá Motus Sport, eru tað vanliga hesar persónupplýsingar, ið verða viðgjørdar:
· For- og eftirnavn
· Mynd
· Aðrar upplýsingar, sum tú sjálv/ur hevur deilt og/ella dámað við tínum profili
5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum
Motus Sport letur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari til triðjapartar. Í ávísum førum brúka vit tó dátuviðgerarar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á tryggan og ábyrgdarfullan hátt. Hetta kann m.a. vera í samband við bókhald, bíleggingarskipanir og goymsla/viðgerð av persónupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum.
6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum
Motus sport nýtir sum útgangsstøðið ikki veitarar ella dátuviðgerarar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó vera galdandi í ávísum førum, t.d. tá móttakarin er ein sosialur miðil, ella um teldupostveitarin er úr USA.
Um so er at vit flyta tínar upplýsingar út um ES/EBS, tryggja vit okkum, at flutningurin byggir á eitt nøktandi heimildargrundarlag. Hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.
6.1 Motus Sport brúkar Facebook og Instagram
Motus Sport hevur eina Facebook síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor (cookies), tá tú brúkar Facebook-síðuna hjá Motus Sport. Hetta kann hava við sær, at vit fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og at Facebook brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og avgera, hvørjar lýsingar tú skal síggja.
Um tú sært innihald á Facebook-síðuni hjá okkum, er tað helst tí tú hevur skrásett tín vanga á facebook og hevur góðtikið politikkin hjá teimum.
Her kanst tú lesa meira um privatlívspolitikkin hjá Facebook.
Motus Sport hevur eina Instagram síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur eisini her at vera vitandi um, at Instagram savnar inn upplýsingar um teg, við at brúka farspor, tá tú brúkar Instagram síðuna hjá Motus Sport. Hetta kann hava við sær, at vit fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Instagram brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og avgera, hvørjar lýsingar tú skal síggja.
Um tú sært innihald á Instagram-síðuni hjá okkum, er tað helst tí tú hevur skrásett tín vanga á Instagram og hevur góðtikið politikkin hjá teimum.
Her kanst tú lesa meira um cookiepolitik hjá Instagram.
6.2 Brúk av farspor (cookies) á heimasíðu
Motus Sport nýtir farspor á heimasíðuni fyri at betra um tína brúkaraupplíving, greina ferðslu og vísa viðkomandi vørur og tilboð. Farspor hjálpa okkum at minnast tíni ynski og skilja, hvussu tú brúkar heimasíðuna hjá okkum. Tú kanst altíð broyta stillingarnar fyri farspor í tínum kaga (browser).
7. Hvaðani persónupplýsingarnar stava
Sum áður nevnt, so heintar Motus Sport tínar persónupplýsingar í sambandi við virksemi hjá okkum og upplýsingarnar koma beinleiðis frá tær.
Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit heinta upplýsingar um teg.
8. 8. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar
Motus Sport hevur skyldu at tryggja, at persónupplýsingar verða goymdar á ein hátt, har tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt, við atliti at endamálinum við viðgerðini.
9. Automatiskar avgerðir verða ikki tiknar, undir hesum profilering
Vit nýta ikki automatiskar avgerðir, og eingin profilering verður framd.
10. Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapittuli 4 í dátuverndarlógini. Rættindini í dátuverndarlógini eru lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í brotið 1).
11.1 Rætturin til kunning í §§ 23-25
Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
11.2 Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.
11.3 Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
11.4 Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking. Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu verða aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál sum áseta at Motus Sport framhaldandi skal varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar.
11.5 Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar og ikki nýta tær til onnur endamál.
11.6 Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan, uttan forðing.
11.7 Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.
11.8 Rætturin at taka samtykki aftur
Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til Motus Sport á +298 765050 ella skriva til motussport@gmail.com
11.9 Klaga til Dátueftirlitið
Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um tú ert ónøgd/ur um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Metir tú, at Motus Sport ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00.
Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo
---------